Vilt tú hava eitt mennandi starv?
Søkt verður eftir fólki at arbeiða í dagvaktum, kvøldvaktum, náttarvaktum og í vikuskiftum, antin í føstum starvi, afturat lestri ella sum avloysari.
Niðanfyri kanst tú rokna tína løn út, alt eftir nær tú ynskir at arbeiða, og um tú ert heilsurøktari, heilsuhjálpari ella hjálparfólk. Ver við til at skapa góð og virðilig kor fyri aldrandi borgaran í Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunu.
Vit bjóða tær
- Ein spennandi gerandisdag, har tú hevur møguleika at menna teg persónliga og fakliga
- Eitt gott arbeiðapláss, við góðum arbeiðsumstøðum og fjølbroyttum uppgávum
- Arbeiði í toymi, har tú kanst mennast saman við toyminum
- Upplæring til at røkja uppgávurnar í arbeiðsdegnum
Førleikakrøv
- Áhuga í at arbeiða við eldri menniskjum
- Áhuga at arbeiða við menniskjum, sum hava tørv á hjálp í samband við persónliga røkt v.m.
- Áhuga í at fyribyrgja sjúku, heilsumenning og endurvenjing
- Evni at samskifta í talu og á skrift
- KT-førleika á brúkarastøði
- Hug at arbeiða tvørfakligt
- Jaligan hugburð