Hevur tú hjarta fyri okkara eldru?

VEKS søkir eftir heilsurøktarum, heilsuhjálparum, hjálparfólki og frítíðaravloysarum

Vilt tú verða við til at skapa góð og virðilig kor fyri aldrandi borgaran í Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunu?

Søkt verður eftir fólki at arbeiða í dagvaktum, kvøldvaktum, náttarvaktum og í vikuskiftum.

Vit bjóða tær

  • Ein spennandi gerandisdag, har tú hevur møguleika at menna teg persónliga og fakliga
  • Eitt gott arbeiðapláss, við góðum arbeiðsumstøðum og fjølbroyttum uppgávum
  • Arbeiði í toymi, har tú kanst mennast saman við toyminum
  • Upplæring til at røkja uppgávurnar í arbeiðsdegnum

Førleikakrøv

  • Áhuga í at arbeiða við eldri menniskjum
  • Áhuga at arbeiða við menniskjum, sum hava tørv á hjálp í samband við persónliga røkt v.m.
  • Áhuga í at fyribyrgja sjúku, heilsumenning og endurvenjing
  • Evni at samskifta í talu og á skrift
  • KT-førleika á brúkarastøði
  • Hug at arbeiða tvørfakligt
  • Jaligan hugburð

Lønarútroknari

Dagvakt

12 tímar
4 tímar
0 tímar

Kvøldvakt

0 tímar
0 tímar
0 tímar
Tímar um vikuna
16 tímar
Tín vikuløn
2.618 kr.*
Umframt frítíðarløn (12%) kr. 314
Umframt eftirløn (15%) kr.  440

*Lønarútrokningin er bert vegleiðandi. Størvini verða sett sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og KAF/Fíggjarmálaráðið.

Ofta settir spurningar